Gestur í FSF Varpinum hesaferð er gøtumaðurin, Magni Jarnskor, ið hevur spælt nærum 400 dystir í bestu deildini. Magni hevur vunnið fimm FM, fimm steypakappingar og spælt 27 A-landsdystir fyri Føroyar
Gestur í FSF Varpinum hesaferð er gøtumaðurin, Magni Jarnskor, ið hevur spælt nærum 400 dystir í bestu deildini.

Fyrsti dysturin hjá Magna Jarnskor í bestu deildini var í 1985, og meginpartin av sínum lívi, hevur fótbólturin verið ein stórur partur av dagligdegnum hjá Magna, ið hevur vunnið fimm FM, fimm steypakappingar og spælt 27 A-landsdystir fyri Føroyar.