VIDEO: Nú er greitt, at tað verða EBS/Skála og HB, ið skulu spæla ársins finalu í steypakappingini hjá kvinnum
Leygardagin vórðu seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum spældar. Úrslitini høvdu við sær, at í ár verða tað EBS/Skála og HB, sum møtast í finaluni.
Í Klaksvík vann EBS/Skála 2-1 á KÍ. Fyrri dysturin endaði 1-1, og tí er tað felagsliðið, sum við 3-2 sigri samanlagt, hevur tryggjað sær pláss í finaluni.
Í Havn var grannauppgerð millum HB og B36. Tær reyð-svørtu vunnu fyrru hálvfinaluna 4-1, og tí hjálpti lítið, at árstalsfelagið vann seinna dystin 2-1. Steypafinalan hjá kvinnum verður á Tórsvølli leygardagin 9. september.
Í FSF Varpinum ber til at síggja málini úr dystinum millum HB og B36, og KÍ og EBS/Skála.