VIDEO: Her ber til at síggja U15-landsdystin millum Føroyar og Sveis. Úrslitið gjørdist 4-1 til sveisisku gestirnar
Týsdagin 13. september var søguligur landsdystur spældur við Djúpumýru í Klaksvík. Fyri fyrstu ferð spældi føroyska U15-landsliðið altjóða landsdyst, og mótstøðuliðið var Sveis.
Úrslitið gjørdist 4-1 til sveisisku gestirnar, sum vóru á odda 2-0 í hálvleikinum. Føroyska málið skoraði Símun Sólheim.
Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja allan dystin. Frásøgumaður er Bárður á Reynatrøð, og viðmerkjari er Rúni á Reynatrøð.
Hósdagin 15. september klokkan 17:00 møtast liðini aftur, og tá verður spælt á Tórsvølli.
Fyrri hálvleikur
Seinni hálvleikur