Her ber til at síggja landsdystin millum Liktinstein og Føroyar, sum føroyska liðið vann 3-2

Mánadagin spældi føroyska A-landsliðið venjingardyst ímóti Liktinstein á Marbella Football Stadion í Marbella í suðurspania.

Úrslitið gjørdist 3-2 til Føroyar. Brandur H. Olsen, Jóan Símun Edmundsson og Sølvi Vatnhamar skoraði føroysku málini.

FSF Varpið ynskir at takka hesum fyritøkum: Faroe Ship, Bilrøkt, Framherji, Auto Service, Varðin í Gøtu, Reyni Service, BankNordik og TRYGD

Myndir: Kristin Dam Ziska