Her ber til at síggja HM-undankappingardystin hjá kvinnum ímillum Føroyar og Kekkia. Úrslitið gjørdist 8-0 til Kekkia, sum var á odda 6-0 í steðginum

Tað gekk ikki ordiliga eftir ætlan hjá føroyska kvinnulandsiðnum, tá fyrsti dysturin í undankappingini til HM 2019 varð spældur á Tórsvølli hósdagin.

 

Gestirnir úr Kekkia vóru eirindarleysir, og vunnu til endans 8-0. Serliga í fyrra hálvleiki vóru kekkisku kvinnurnar effektivar, og skoraðu seks mál.

 

Næsti dystur hjá føroysku kvinnunum verður komandi mánadag, tá Ísland og Føroyar møtast í Reykjavík.

 

Í FSF Varpinum niðanfyri ber til at síggja dystin millum Føroyar og Kekkia. Frásøgufólk er Maria Ziskason Nesá, og viðmerkjari er Allan Dybczak.