STEYPAFINALURNAR 2017: Allan Dybczak, venjari hjá HB, trýr upp á møguleikan, meðan Erik E. Nielsen, venjari hjá EBS/Skála er greiður yvir, at hansara lið er favorittur. Eingin ivi er kortini um, at báðir vilja vinna steypafinaluna hjá kvinnum

Leygardagin klokkan 17:30 verður avgjørt, hvør verður steypavinnari 2017 í kvinnudeildini. Liðini í finaluni eru HB og EBS/Skála, og av teimum flestu verður felagsliðið mett sum favorittur. Men tað verður ikki uttan svørðslag, sigur venjarin hjá HB, Allan Dybczak.

 

FSF Varpið hevur fingið orðið á teir báðar venjararnar, Erik Ernesto Nielsen hjá EBS/Skála, og Allan Dybczak hjá HB. Teir eru sum vera man spentir til dystin, og báðir ætla sær steypið og gullkrónurnar.