Her ber til at síggja dystin millum B36 og Valetta FC av Malta, sum maltesiska liðið vann 2-1. Samanlagt gjørdist úrslitið 2-2, og tí verður tað Valetta FC, ið fer víðari í kappingini

Týsdagin spældu føroysku meistararnir úr B36 seinna dystin í fyrsta undanumfari í Champions League.

Fyrri dysturin millum B36 og Valetta FC av Malta endaði við 1-0 sigri til maltesar, og tí var setningurin hjá B36 greiður. Men hóast B36 vann 2-1 í seinna dystinum, og samanlagda úrslitið verður javnleikur 2-2, so verður tað Valetta FC, ið fer víðari í kappingini í regluni um fleiri útivallarmál.

Niðanfyri ber til at síggja allan dystin, sum varð spældur á Ovara Vølli í Gundadali týsdagin 5. juli. Frásøgumaður er Leivur Frederiksen, Kringvarp Føroya.