Farna vikuskifti varð fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið spælt. Ikki færri enn 58 mál vórðu skoraði í teimum átta dystunum, og nú ber til at síggja ØLL málini í FSF Varpinum

Leygardagin og sunnudagin varð fyrsta umfar í steypakappingini hjá monnum spælt. Átta dystir vóru á skránni, og tilsamans blivu 58 mál skoraði.

Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at ÍF, NSÍ, EB/Streymur, TB/FCS/Royn, B36, KÍ, Víkingur og HB hava spælt seg víðari í kappingini, og eftir lutakast í 3-2 í sjónvarpinum mánakvøldið er nú greitt, at fjórðingsfinalurnar verða spældar soleiðis:

ÍF – KÍ

HB – EB/Streymur

B36 – Víkingur

NSÍ – TB/FCS/Royn

Fjórðingsfinalurnar verða spældar hósdagin 13. apríl.

 
Í FSF Varpinum ber til at síggja ØLL málini – og misnýttu brotsspørkini við Margáir – sum fyrsta umfar hevði at bjóða…