Farna vikuskifti varð 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið spælt. Tilsamans 36 mál vórðu skoraði í teimum átta dystunum. 34 av teimum kunnu nú síggjast í FSF Varpinum
Leygardagin og sunnudagin varð 1. umfar í steypakappingini hjá monnum spælt. Átta dystir vóru á skránni, og tilsamans blivu 36 mál skoraði.

Úrslitini háttaðu seg soleiðis, at NSÍ, Víkingur, KÍ, HB, B36, Giza Hoyvík, EB/Streymur og Skála hava spælt seg víðari í kappingini, og eftir lutakast í 3-2 í sjónvarpinum týskvøldið er nú greitt, at fjórðingsfinalurnar verða spældar soleiðis:

Víkingur – HB
KÍ – B36
Giza Hoyvík – Skála
NSÍ – EB/Streymur

Fjórðingsfinalurnar verða spældar sunnudagin 8. mai.

Størsti dramatikkurin í 1. umfari mundi kortini vera í Trongisvági, og tá var ikki talan um mál, ið varð skorað, men brotssparkið, ið Klæmint A. Olsen bjargaði fyri NSÍ.

Í FSF Varpinum kunnu vit vísa 34 av teimum 36 málunum, umframt dramatikkin í Trongisvági.