Við 2-1 sigri á KÍ tryggjaðu runavíkingar sær seinasta plássið í fjórðingsfinalunum. Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini, sum vórðu skoraði í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið

——————

Um vikuskiftið tryggjaðu HB, 07 Vestur, B36, Víkingur, EB/Streymur, ÍF og B71 sær víðari luttøku í kappingini um Løgmanssteypið, og týskvøldið fór NSÍ avstað við seinasta fjórðingsfinaluplássinum, eftir at runavíkingar vunnu 2-1 á KÍ.

Tilsamans 25 mál vórðu skoraði í teimum átta dystunum í 1. umfari, og í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini.

Fjórðingsfinalurnar verða spældar sunnudagin 30. mai, og tá møtast liðini soleiðis: B71 – HB, EB/Streymur – B36, ÍF – Víkingur og NSÍ – 07 Vestur. Lutakastið til hálvfinalurnar verður í 3-2 mánadagin 31. mai.