VIDEO: Við sannførandi sigrum staðfestu B36, Víkingur og NSÍ sína støðu sum oddalið í EFFO-deildini. Her eru øll málini í 21. umfari í fremstu deildini hjá monnum, ið varð spælt sunnudagin
Nú seks umfør eru eftir at spæla í EFFO-deildini, er nógv, ið bendir á, at B36 fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at endurvinna eitt meistaraheiti. Sunnudagin vann árstalsfelagið ein tryggan 5-0 sigur á EB/Streymi.
Men Víkingur og NSÍ gjørdu eisini sína skyldu, og vunnu sínar dystir í farna umfari.
Í FSF Varpinum hesaferð eru øll málini í 21. umfari í EFFO-deildini, ið varð spælt sunnudagin.