Í sambandi við forsetavalið í FIFA, sum verður 26. februar, hevur FSF avgjørt at stuðla sveisarinum, Gianni Infantino
– Vit meta, at Gianni Infantino er best skikkaður til starvið, at fáa FIFA aftur á rættkjøl. Tí hava vit avgjørt at veita honum okkara stuðul í samband við forsetavalið, sum verður um ein mánaða, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.
Fríggjadagin 26. februar verður avgjørt, hvør skal avloysa Joseph Sepp Blatter sum forseti í fótbóltssamgonguni, FIFA.
Fimm evnir eru at velja ímillum, tá tey 209 limalondini skulu velja nýggjan FIFA-forseta. Teir fimm, sum eru uppstillaðir, eru Prince Ali Al Hussain frá Jordan, Salman Bin Ibrahim Al-Khalifa frá Bahrain, Tokyo Sexwale frá Suðurafrika, fransmaðurin, Jerdme Champagne, og sveisarin, Gianni Infantino.
– FIFA hevur seinastu tíðini verið merkt av gølum. Men vit vænta, at Gianni Infantino er rætti maðurin at loysa teir trupulleikar, sum felagsskapurin er komin í, og at trúðvirði á FIFA aftur fer at koma í rættlag, sigur Christian Andreasen.
Gianni Infantino hevur seinastu sekstan árini verið í starvi hjá europeisku fótbóltssamgonguni, UEFA. Fyrstu níggju árini sum leiðandi løgfrøðingur, og síðani 2009 hevur Infantino verið aðalskrivari hjá UEFA.