HEILSUFÓTBÓLTUR: Í næstum fara FSF, FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA og feløgini í felag undir átakið “Heilsufótbóltur”. Málið er at bøtu um fólkaheilsuna hjá vaksnum og tilkomnum
– Nýggja gransking vísur, at fótbóltsspæl hevur gagnligari heilsu-árin og rakar breiðari enn renning, svimjing og venjing í heilsumiðstøðum. Í Danmark eru í dag meir enn 300 feløg, sum bjóða heilsufótbólt, og tað hevur verið ein lang sólskinssøga, har luttakararnir ikki bara bøta um heilsuna, men hava eisini góða og stuttliga sosiala samveru, sigur Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetri Føroya.
Í næstum fer Fótbóltssamband Føroyar, í samstarvi við Fróðskaparasetrið og feløgini undir átakið "Heilsufótbóltur". Endamálið við átakinum er at fáa vaksin og tilkomin, bæði kvinnur og menn, at venja/spæla fótbólt eina til tríggjar ferðir um vikuna, og samstundis at bøta um fólkaheilsuna hjá luttakarunum.
Ætlanin er at gera ymsar grundleggjandi mátingar av teimum, ið taka lut, fyri síðani at eftirmeta átakið.
Átakið "Heilsufótbóltur" verður skipað á tann hátt, at Fótbóltssamband Føroya útvegar feløgunum útbúna og venjingartilfar. Síðani skulu feløgini útvega vøll og ábyrgdarpersón, ið kann skipa fyri lættari venjingum. Heilsufótbóltur er ikki krevjandi venjingar, men vanligt spæla á tvey mál.