Mentamálaráðið (MMR) og Fótbóltssamband Føroya (FSF) hava í dag undirskrivað avtaluna Skúlafótbóltur. Endamálið er, at fótbóltur skal gerast atkomuligur fyri øll skúlabørn og styrkja trivnað, rørslu og felagsskap
Partarnir eru samdir um, at fótbóltur og rørsla hava ein týðandi leiklut í menningini hjá børnum – bæði kropsliga, sosialt og mentalt. Gjøgnum kropsligt virksemi kunnu børn menna lívsførleikar, styrkja síni sambond og fáa gleði av at vera virkin.
“Við hesum átaki vilja vit styrkja ítróttarliga virksemi í skúlunum og skapa fleiri møguleikar fyri børn og ung at røra seg í gerandisdegnum. Fótbóltur kann vera eitt týdningarmikið amboð til bæði trivnað og læring,” sigur Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður.
Átakið merkir, at skúlar fáa møguleika at seta í verk fótbóltstilboð – bæði í skúlatíð og uttanfyri vanliga undirvísing. FSF fer í hesum sambandi at veita undirvísingartilfar, stuðla við útgerð og bjóða servitan og vitjanir til skúlar kring landið.
“Vit eru sera fegin um samstarvið við MMR. Skúlafótbóltur er ein týðandi liður í at røkka fleiri børnum og geva teimum gleðina við fótbólti. Samstundis styrkir tað felagsskapin og leggur eitt gott grundarlag fyri bæði breiddini og framtíðar menning av fótbólti í Føroyum,” sigur Kristin Dam Ziska, aðalskrivari.
Skúlafótbóltur kann verða partur av námsætlanini, til dømis í ítrótti, og kann eisini skipast sum virksemi uttanfyri undirvísingina – alt eftir tørvi og ynski hjá einstaka skúlanum.
Við hesum samstarvi vilja MMR og FSF skapa betri karmar fyri rørslu og felagsskapi og geva fleiri børnum møguleika at verða virkin í einum jaligum og fevnandi umhvørvi.




