Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin varð sáttmálin við Håkan Ericson, A-landsliðsvenjara hjá monnum, longdur við tveimum árum

——————

– Frá fyrsta degi hevur samstarvið verið gott, og úrslitini hesa tíðina hava eisini verið góð. So tað tók ikki drúgva tíð at samráðast um ein nýggjan sáttmála, og vit gleða okkum til tvey ár afturat við Håkani Ericson.

Tað sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssamband Føroya, ið fyrrapartin mánadagin vegna FSF longdi samstarvsavtaluna við A-landsliðsvenjaran hjá monnum við tveimum árum.

Síðani Håkan Ericson tók við starvinum sum føroyskur landsliðsvenjari fyri skjótt fýra árum síðani, hevur sviin staðið á odda fyri liðnum í tilsamans 34 altjóða skrásettum dystum. Átta dystir eru endaðir við føroyskum sigri, og níggju eru endaðir við javnleiki.

Næst á skránni hjá landsliðnum eru EM-undankappingardystirnir móti Póllandi og Moldova. Hósdagin 7. september klokkan 19:45 spæla Pólland og Føroyar á PGE Narodowy stadion í Warszawa, og sunnudagin 10. september klokkan 17:00 vitja moldovar á Tórsvølli.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Umframt vanligu atgongumerkini, verður hesaferð eisini møguleiki at keypa atgongumerki til børn. Kostnaðurin fyri barnaatgongumerki er einans 50 krónur, og verða seld í bólkunum 107 og 108, og í bólkunum 114 og 115.

Á tíðindafundinum mánadagin varð landsliðshópurin til komandi dystir eisini kunngjørdur, og í fyrsta umfari hevur venjarin úttikið 22 spælarar. Eftir ætlan fer endaligi hópurin at telja 24, og tí verða tveir afturat væntandi boðsendir seinni í vikuni.

Hópurin
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Gilli Rólantsson Sørensen, Vejle BK (Danmark)
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Andrass Johansen, B36 Tórshavn
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

Myndir: Bjarni Enghamar