FSF og FaroeSoccer hava gjørt nýggja avtalu, galdandi fyri kappingarárið 2013. Sostatt verður tað framhaldandi FaroeSoccer, ið fer at dagføra úrslit og støður í hægstu deildunum hjá kvinnum og monnum
Seinastu árini hava Fótbóltssamband Føroya og FaroeSoccer samstarva um úrslit og støður í hægstu deildunum hjá kvinnum og monnum, og nú er greitt, at avtalan eisini verður galdandi fyri kappingarárið 2013.

Avtalan við FaroeSoccer ger, at úrslitatænastan hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri Effodeldina, 1. deild menn, 2. deild menn, Løgmanssteypið, Dreingir U18, 1. deild kvinnur og steypakappingina hjá kvinnum, framhaldandi verður á einum høgum støði.

Men um høga støðið skal varðveitast, er alneyðugt, at feløgini spæla við. Tí verður heitt á feløg og avvarðandi, at dómaraseðlar verða sendir skjótast tilber, ella í seinasta lagi ein tíma eftir loknan dyst, til [email protected] ella faks 32 05 16. Hetta er fyrst og fremst galdandi fyri omanfyri nevndu deildir.

Úrslit, frá dystum í deildum, sum ikki eru nevnd omanfyri, skulu sendast til [email protected].

Tó skal viðmerkjast, at allir dómaraseðlar, í øllum deildum, altíð skulu sendast til Fótbóltssamband Føroya. Seðlarnir kunnu sendast til FSF umvegis fax, teldupost ella við posti.

Kunningarskriv frá FaroeSoccer, FSF og Dómarafelagnum.