Á samkomu í Smæruni í Havn hósdagin fekk FSF handað serligt heiðursbræv frá Visit Faroe Islands. FSF hevur í eitt langt áramál havt ein sera stóran leiklut í arbeiðinum at seta Føroyar á heimskortið á jaligan hátt

Súni Selfoss frá Starvsmannafelagnum varð hósdagin kosin sum ársins ferðavinnuambassadørur, og HM/EM undankappingarnar í hondbólti, ið Kristian Johansen og Gunn Ellefsen stóðu á odda fyri, fingu heiðurin sum ársins ambassadørátak.

 

Samstundis varð serligt heiðursbræv latið Virgari Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya.

 

Visit Faroe Islands, ið saman við øðrum skipar fyri tiltakinum, vísir á, at vinnuferðavinnan verður mett at vera ein sera burðardyggur partur av ferðavinnuni, og at tann bólkurin av ferðavinnu leggur umleið tríggjar ferðir so nógvan pening eftir sær um dagin í mun til onnur ferðafólk.

 

– Fótbóltssamband Føroya hevur í eitt langt áramál havt ein sera stóran leiklut í arbeiðinum at seta Føroyar á heimskortið á jaligan hátt. Við hørðum arbeiði, dugnaskapi og áræði hevur FSF fyriskipað nógv tiltøk, sum hava fingið fleiri tíggjutúsund fólk til Føroyar úr ymiskum londum kring heimin, bæði í hág- og lágárstíð. Hetta hevur havt alstóran týdning fyri ferðavinnuna í Føroyum, skrivar Visit Faroe Islands í tíðindaskrivi.

 

Tað eru umboð fyri Atlantic Airways, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands, ið manna dómsnevndina.

 

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya – Mynd: Visit Faroe Islands/Bárður Eklund