Í samband við landsdystin hjá kvinnum móti Ukraina, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 2. september klokkan 18:00, skipar FSF fyri fjepparatiltakið uttanfyri No12

——————

Fríggjadagin 2. september klokkan 18:00 spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum HM-undankappingardyst á heimavølli móti Ukraina, og vónandi vera nógv, ið koma á Tórsvøll at stuðla okkara kvinnum.

Í hesum sambandi ynskir FSF at bjóða øllum barna- og ungdómsliðum til fjepparatiltak og landsdyst.

Fjepparatiltakið verður á parkeringsøkinum uttanfyri No12, har møguleiki verður at royna seg í ymiskum stuttligum fótbóltsspølum, samstundis sum møguleiki verður at vinna m.a. landsliðstroyggjur.

Eisini verður skipað fyri livandi tónleiki og andlitsmáling, so øll koma í rættan dystarhýr.

Landsliðsbúðin verður eisini opin, har tað ber til at ogna sær nýggju landsliðstroyggjuna frá ERREA, og í No12 verður møguleiki at keypa tvíflís og djús fyri serprís (neyðugt við tilmelding).

Harafturat skipar Fótbóltssamband Føroya fyri bussflutningi til og frá Tórsvølli fyri tey, ið hava tørv á hesum.

Kostnaðurin fyri hvønn persón er einans 90 krónur. Tá er atgongumerki til dystin, tvíflís, djús og møguligur bussflutningur íroknaður. Íroknað kostnaðin er eisini atgongumerki til ein venjara/vaksnan fyri hvørt lið.

Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Freistin at boða frá luttøku er mikudagin 31. august.

Skráin fyri tiltakið
Kl. 16.00 Fjepparatiltak uttanfyri No12 (endar umleið kl. 17:30)
Kl. 18.00 Føroyar – Ukraina á Tórsvølli