FSF Varpið: Metmaðurin á landsliðnum, Fróði Benjaminsen er við aftur, og hann er til reiðar at fara á vøllin í leiklutinum sum favorittar

Hann hevur spælt 91 altjóða dystir á føroyska landslið, og skorað seks mál. Sunnudagin er Fróði Benjaminsen aftur til reiðar at berjast fyri Føroyar, og hann er als ikki bangin fyri leiklutinum sum favorittar.

 

– Vit eru favorittar, men hesin dysturin skal spælast sum ein hvør annar dystur, og so skulu vit spæla uppá okkara egnu styrkir, sigur Fróði Benjaminsen millum annað við FSF Varpið.

 

Øll samrøðan við Fróða kann síggjast her