FSF hevur sett Fróða Benjaminsen í starv sum landsliðsvenjara hjá U16- og U17-landsliðunum við dreingjum

——————

– Nú er A-venjaraútbúgvingin komin undir land, og seinastu trý árini havi eg eisini fingið møguleikan at veri hjálparvenjari hjá U17-dreingjunum. So eg gleði meg til hesa uppgávuna, sum er stór, spennandi og mennandi.

Soleiðis sigur Fróði Benjaminsen, sum fríggjadagin varð settur í starv sum høvuðsvenjari hjá U16- og U17-landsliðunum við dreingjum.

Umframt at vera landsliðsvenjari, skal Fróði Benjaminsen, sum er skrásettur fyri 94 A-landsdystir fyri Føroyar, eisini hava eitt tætt samskifti við feløgini kring landið, har hann skal fylgja gongdini hjá øllum spælarunum, ið hava aldur til U16- og U17-landsliðini.

– Vónandi kann eg brúka nakrar av mínum royndum, men tað ræður eisini um at vera opin fyri tí stóra arbeiði, sum feløgini gera fyri teirra spælarar. Í báðum førum skal endamálið allatíðina vera, at vit skulu menna enn fleiri landsliðsspælarar, sigur Fróði Benjaminsem við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var annars í oktober mánað í fjør, at Fótbóltssamband Føroya tók avgerð um at víðka landsliðsvirksemið, til eisini at hava U16-landslið við bæði gentum og dreingjum. Stutt fyri jól varð Eyðvør Jakobsen sett í starv sum venjari hjá U16- og U17-gentunum, og nú er so greitt, at Fróði Benjaminsen skal standa fyri menningini av dreingjunum.

– Vit stovnseta U16-landsliðini fyri at økja um tilboðið hjá ungu spælarunum, og í hesum sambandi skulu vit allatíðina hava menningina hjá hvørjum einstøkum spælara í fokus. U17-aldurin er framvegis tíðliga á leiðini og tí er tað umráðandi fyri okkum at hava so nógvar spælararar við rundanum landsliðini sum gjørligt, sigur tekniski stjórin hjá FSF, Pætur Smith Clementsen.