Lars Olsen hevur úttikið 23 spælarar til fyrsta dystin í nýggju HM-undankappingini, ið fer av bakkastokki um góðar tvær vikur, tá Ungarn vitjar á Tórsvølli. Og millum teir útvaldu er Fróði Benjaminsen
– Tað er nemmari sagt enn gjørt, at gevast við fótbóltinum. Orðini eigur Fróði Benjaminsen, sum nú aftur er partur av føroyska A-landsliðnum.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum týsdagin boðaði Lars Olsen, landsliðsvenjari frá, hvørjir 23 spælarar eru úttiknir til HM-undankappingardystin ímóti Ungarn, sum verður á Tórsvølli 6. september. Og millum teir 23 er ein gamal kenningur aftur at finna. Fróði Benjaminsen hevur nevniliga boðað frá, at hann nú aftur er tøkur til landsliðsfótbólt.

– Tá eg í fjør boðaði frá, at eg fór at gevast á landsliðnum, var tað eisini veruliga ætlanin. Eg havi spælt 86 landsdystir, og helt tá, og tað haldi eg enn, at eg hevði gjørt mína skyldu á landsliðnum. Men tað, sum skuldi gerast mín seinasti landsdystur, bleiv ikki ordiliga tað, sum eg hevði droymt um. So tá Lars Olsen spurdi, um eg hevði hug at koma aftur, valdi eg at taka av. Eg føli meg væl fyri, og tað hevur sum heild gingið væl í hesum kappingarárinum.

Hevur tú sett nøkur krøv til venjaran?

– Nei, tað havi eg als ikki. Eg ætli mær at stríðast fyri mínum plássi, eins og allir hinir í hópinum, og so verður tað upp til Lars og Jóannes, um eg sleppi á vøllin. Men mín innsatsur skal í øllum føri ikki liggja eftir, sigur Fróði Benjaminsen við heimasíðuna hjá FSF.

Myndir frá tíðindafundinum: Landsliðsúttøka / Føroyar – Ungarn

Teir 23, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Kristian Joensen, KÍ Klaksvík
Jónas Tór Næs, B36 Tórshavn
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, FK Vidar (NOR)
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Sonni Ragnar Nattestad, Fylkir (ICE)
Gilli Rólantsson, AaB Ålborg (DEN)
Bárður J. Hansen, Fremad Amager (DEN)
Kaj Leo í Bartalsstovu, FH Hafnarfjørður (ICE)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur H. Olsen, Randers FC (DEN)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)
Rene Shaki Joensen, Vendsyssel FF (DEN)
Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (DEN)