Til komandi skúlaár bjóðar Fótbóltssamband Føroya aftur okkara ungdómi, sum vilja meira við fótbóltinum, eitt spennandi tilboð, har møguleiki verður fyri at samantvinna miðnámsskúla/arbeiði og fótbóltin
Teir bestu fótbóltsleikararnir fáa komandi skúlaár aftur møguleikan at venja saman við teimum bestu leikarunum í teirra aldursbólki. Talan er um FSF Úrvalstilboðið.
Komandi skúlaár verður tilboðið bjóðað út á Glasi, Miðnámi á Kambsdali, HF-skeiðnum í Klaksvík, Tekniska skúla í Klaksvík og á Miðnámi í Suðuroy.
ENDAMÁL
Endamálið við FSF Úrvalstilboðnum er at geva leikarum við góðum fótbóltsførleikum, og sum vilja nakað meira við fótbóltinum, tilboð um tvær morgunvenjingar um vikuna á høgum støði. Tilboðið er í samráð við skúla/arbeiði og avvarandi feløg.
Við hesum vilja vit skapa karmar til ambitiøsar leikarar, sum vilja røkka stórum málum, um tað so er at gera mun í lokalumhvørvinum, at spæla í bestu deildunum, at koma á A-landsliðini ella enntá at blíva yrkisleikari uttanlands.
UMHVØRVIÐ
FSF Úrvalstilboðið fyriskipar venjing tvær ferðir um vikuna – týsdag og hósdag kl. 08:00 – 09:30. Talið av venjingum kann verða tillagað til venjingarmongdina í feløgunum í ávísum tíðarskeiðnum (t.d frá januar til mars, tá nógv fysisk venjing ofta er á skrá).
Venjingin verður skipað av vælútbúnum venjarum, og venjingarætlanirnar verða lagdar til rættis av fótbóltsmennarunum í FSF.
Eyðkenni fyri umhvørvið
– Dygd á øllum økjum
– Hugburður, innsatsur og vilja
– Gleði og samanhald
– Ábyrgd og trivnaður
MÁLBÓLKUR
Málbólkurin er leikarar í aldrinum 16 til 20 ár. Til skúlaárið 2020/21 verða í stóran mun næmingar, sum ganga á 1. ári á miðnámsskúlunum, upptiknir. Tó er møguleiki fyri, at næmingar, sum eru komnir longri í útbúgvingini, kunnu blíva upptiknir – hetta metir miðnámsskúlin um í hvørjum einstøkum føri.
FSF ger avtalur við miðnámsskúlar, um at næmingar á skúlunum kunnu luttaka í FSF Úrvalstilboðnum. Dagført yvirlit yvir skúlar, sum eru við í samstarvinum, sæst á FSF.fo.
Leikarar, sum ikki ganga á miðnámsskúla, kunnu eisini søkja um upptøku á tilboðnum. Í hesum førum hevur leikarin ábyrgd av at avtala við møguligan arbeiðsgevara, so leikarin kann møta til venjingarnar til ásettu tíð.
UPPTØKA / ÚTVELJING
Venjarar á FSF Úrvalstilboðnum gera eina meting av innkomnu umsóknunum, og gera av, hvørjir leikarar verða upptiknir. Hendan tilgongd við útveljing er á hvørjum ári. Møguleiki er eisini at gera útskiftingar leypandi í skúlaárinum, um serlig viðurskifti tala fyri hesum.
Kostnaður fyri at luttaka á FSF Úrvalstilboðnum er 300 kr. um mánaðin (i10 mánaðar = 3.000 kr./árið).
Harafturat fær hvør leikari ein klædnapakka við venjingarklæðum fyri ein kostnað á 500 kr., sum verður goldin áðrenn fyrstu venjing.
TILMELDING
Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, við at útfylla neyðugu upplýsingarnar. Í teiginum “umsókn” vilja vit fegin, at tú við tínum egnu orðum skrivar:
– Hvørjar eru orsøkirnar, at tí vil luttaka á FSF Úrvalstilboðnum?
– Lýs teg sjálvan (sum fótbóltsspælara og persón)
– Hvørjar eru tínar framtíðarætlanir innan fótbólt?
– Hvat verður títt íkast til venjingarumhvørvið?
Freistin at søkja inn á FSF Úrvalstilboðið (skúlaárið 2020/2021) er sunnudagin 15. mars 2020. Leikarar fáa svar viðvíkjandi upptøku í seinasta lagi 1. mai 2020.