Føroyar hava í kvøld vunnið 1-0 á Armenia á Republica Stadion í Jerevan. Talan bleiv um ein stríðssigur, har føroysku spælararnir vardu borg við øllum teir áttu. Viljormur Davidsen skoraði avgerandi málið við brotssparki tá góður hálvur tími var spældur


Tað gekk javnt á frá byrjan, og bæði liðini høvdu hvør sína rímiliga vandamikla málroynd tíðliga í dystinum. Teitur Matras Gestsson, ið hesaferð fekk møguleikan í málinum, bjargaði á málstrikuni eftir hornaspark, meðan skot frá Adriani Justinussen rakti ein armena og fór dygst framvið.

Avgerandi løtan kom tá Jóannes Kalsø Danielsen tveitti innkast langt inn í brotsteigin hjá armenum, ið endaði við at Brandur Hendriksson Olsen bleiv sparkaður umkoll, og so peikaði grikski dómarin á brotssparksblettin.

Liðskiparin tók ábyrgd, og hann skoraði trygt úr ellivu metrum. Viljormur Davidsen hevur nú skorað fimm ferðir upp á brotsspark fyri landsliðið, og eina ferð í opnum spæli, sum var í heimasigrinum móti Turkalandi fyri tveimum árum síðani.

Sum tíðin gekk hevði føroyska liðið torførari við at halda upp á bóltin, men verjan stóð framúr væl, og talan gjørdist tískil um ein striðssigur. Føroyski fagnaðurin var tískil øgiligur á spælarum og venjarum og hinum rundan um liðið tá dómarin floytaði av, og við sigrinum hava Føroyar tryggjað sær plassið í deild C í UEFA Nations League.

Norðurmakedónia vann í dag 1-0 á Lettlandi og hevur vunnið bólkin. Norðurmakedónar hava 13 stig undan dystinum móti Føroyum, sum verður sunnudagin. Føroyar hava 6 stig, meðan Armenia og Lettland hava 4 stig í part.

Myndir: Hans Erik Danielsen