Tað eydnaðist føroyska U21-landsliðið at spæla málleysan javnleik á útivølli móti Serbia. Føroyar hava higartil vunnið 6 stig í hesari undankappingini

——————

Fríggjadagin stóð føroyska U21-landsliðið fyri enn einum framúrskarandi úrsliti í altjóða høpi. Hesaferð var tað í Serbia, at tað eydnaðist Føroyum at vinna 1 stig.

Serbar sóta á spælinum stórar partar av dystinum, men føroyska liðið stríddist væl á øllum plássum, og talan var um ein fantastiskan innsats frá okkara spælarum.

Hósdagin vórðu tveir dystir spældir í okkara bólki. Ukraina var á vitjan í Norðurmakedónia, og har gjørdist úrslitið javnleikur 1-1, meðan fransmenn vunnu 7-0 á heimavølli móti Armenia.

Frakland er á odda í bólkinum við 13 stigum, og á 2. plássi er Ukraina við 10 stigum. Føroyar eru nummar 4 við 6 stigum.

Næstir dystur hjá føroyska liðnum verður á útivølli móti Fraklandi tann 24. mars komandi ár.