Við málleysum javnleiki ímóti Ungarn, er føroyska landsliðið komið á stigatalvuna. Men vit vóru avgjørt nærri sigrinum enn ungarar
– Eg eri ótrúliga væl nøgdur við avrikið, ið okkara spælarar vístu, og tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv føroyska liðið hevur ment seg í seinastuni, segði Lars Olsen millum annað eftir málleysa javnleikin ímóti Ungarn.
Men tað er nokk einki at ivast í, at eftir dystin sótu tey flestu við kensluni av, at føroyska liðið var nærri sigrinum, ella ungarar vóru.
Í fyrra hálvleiki sótu okkara á tí mesta, og spældu seg eisini fram til fleiri málmøguleikar. Eftir steðgin var gongdin tann sama, men bólturin vildi tíverri ikki í ungarska málið.
Nærmast við at skora var Hallur Hansson, tá miðvallarin kom at standa væl fyri. Men bólturin rakti stongini, og so spurdist ikki meir burturúr. Tó so, ungarar vóru eisini nær við løtu seinni, men Gunnar Nielsen í heimsflokki bjargaði væl, áðrenn Viljormur Davidsen fekk vart fyri á strikuni. Sum heild var hetta einasti veruliga málmøguleiki hjá ungarum, sum meginpartin av dystinum vóru undir stórum trýsti.
Næsti dystur hjá føroyska landsliðnum verður um ein mánað, tann 7. oktober, tá okkara skulu spæla á útivølli ímóti Lettlandi, áðrenn portugisar tríggjar dagar seinni vitja á Tórsvølli.