Við tveimum sigrum í trimum dystum, endaðu U19 genturnar á øðrum plássi í undankappingarbólkinum til EM


– Tað kennist væl at vinna ein landsdyst 4-0, og tað er ikki á hvørjum degi. Tað er fyrsta viðmerkingin hjá Pæturi Smith Clementsen, landsliðsvenjara, eftir at U19 landsliðið við gentum vann seinasta undankappingardystin sannførandi móti Liktinstein. Talan var bæði um ein greiðan og uppibornan. sigur, har føroysku genturnar átóku sær leiklutin sum spælstýrandi í dystinum.

– Vit megnaðu væl at spæla ígjøgnum verjuskipanina hjá teimum, og vit flutt bóltin væl, soleiðis at spælararnir hjá teimum blivu móðari, sum dysturin leið. Okkara spælarar arbeiddu hart fyri tí, bæði uttan og hesaferð eisini við bóltinum, og tær fingu eisini løn fyri stríðið við fleiri fínum málum, sigur Pætur Smith Clementsen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF.

Í sigrinum móti Liktinstein komu Føroyar á odda eftir eitt korter, tá Lisa Haraldsen skoraði til 1-0. Hóast Føroyar vóru leikliga omaná, so helt tepra leiðslan sær allan vegin inn í seinna hálvleik, men so kom eisini glið á.

Tá ein knappur tími var spældur, økti Lisa Haraldsen til 2-0, og eina løtu seinni økti Malena Olsen til 3-0. Stutt fyri leiklok kom Lea Tórarenni Johannesen eisini á máltalvuna, tá hon við málinum til 4-0 slóg føroyska sigurin rimmar fastan.

Við sigrum móti Liktinstein og Litava endaðu Føroyar á øðrum plássi í bólkinum við seks stigum, bert aftanfyri Ísland, sum vann allar sínar dystir. Og samanumtikið er landsliðsvenjarin væl nøgdur við úrtøkuna.

– Samanumtikið eru vit væl nøgd við kappingina, har vit byrja framúr væl móti vertunum, síðani koma so at siga heilskapað burturúr torførasta dystinum móti íslandi, fyri til seinast at enda við einum sannførandi sigri, sigur hann.

– Hetta hevur verið ein framúr túrur, har genturnar hava verið fyrimyndarligar á og uttanfyri vøllin. Umframt at tær arbeiða væl og málrætttað, so er góða lagið altíð nakað, sum eyðkennir hópin. So umframt ítróttarligu upplivingarnar, so eru vit øll eisini blivin nógvar gevandi og stuttligar løtur ríkari, sigur Pætur Smith Clementsen at enda.