Í næstum fer FSF, í samstarvi við UEFA, undir átakið, “Together #WePlayStrong”, ið hevur til endamáls at fáa fleiri gentur í aldurinum 12 til 16 ár at spæla fótbólt
Næstu fimm árini skal fótbóltur verða størsta ítróttargrein millum gentur í aldurinum 12 og 16 ár. Tað er í hesum sambandi, at UEFA fer undir átakið “Together #WePlayStrong”, og hevur gjørt eina umfatandi kanning fyri at fáa neyðuga vitan um, hví gentur spæla fótbólt, hví tær ikki spæla fótbólt, og hvat tær hugsa um fótbólt, í mun til aðrar ítróttargreinar.
Kanningin, sum er gjørd í seks londum, Danmark, Onglandi, Spania, Týsklandi, Póllandi og Turkalandi, og har tríggir ymiskir kanningarháttir eru nýttir, vísir, at gentur, sum spæla fótbólt hava eitt øðrvísi tilknýti til sína ítrótt (fótbólt), í mun til onnur, sum íðka aðra ítrótt. Afturat tí hevur fótbólturin eina positiva ávirkan á sjálvsálit, sjálvsvirðið, trivna og lívsførleikarnar.
Tað áhugaverda við hesum er eisini, at hesir ágóðar síggjast aftur í skúla og arbeiði, og í øðrum lívsins viðurskiftum. Vinarløg eru ein stórur partur av fótbóltinum hjá gentum, og í kanningini sæst, at vinarløg frá fótbóltinum eru ofta varandi, og at gentur, sum spæla fótbólt, betri megna at handfara ótta, ræðslu og stúran.
Nærri kunning um kanningina sæst her: The Psychological and Emotional Benefits of Playing Football on Girls and Women in Europe