Tað sigur Gunn Hernes, sum gongur til heilsufótbólt og spælir við Old Girls liðnum hjá FC Hoyvík


Eftirhondini kennast flestu føroyingar við navnið Gunn Hernes. Fryntliga norska kvinnan, sum seinastu tvey árini hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum, er vorðin eitt kent navn og andlit í føroyska samfelagnum. Men vit eru kanska ikki heilt so von at síggja hana í fótbóltsklæðum.

Tó so kennir stjórin í Norðurlandahúsinum seg heilt væl í gaggum, og leygardagin spældi hon dyst við Old Girls liðnum hjá FC Hoyvík. Umframt góðu likamligu venjingina, so sær Gunn eisini fótbóltsfelagið sum eitt gott stað at hitta fólk og fáa nýggjar vinir, og tað hevur hon sum tilflytari havt stóra gleði av.

– Ein bóltur kann savna fólk tvørtur um nærum øll mørk, tí øll kunnu vera við og gerast partur av einum hópi og felagsskapi. Tað haldi eg vera so gevandi við fótbóltinum, tí har fái eg eisini eitt netverk og vinarbond, sum eg annars ikki hevði fingið í Føroyum, sigur Gunn Hernes við heimasíðuna hjá FSF.

Hóast hon sum smágenta í Noregi spældi nógvan fótbólt og hevði nógvar kvinnuligar fótbóltsleikarar at síggja upp til, so var tað eitt sindur av tilvild, at Gunn fór at venja og spæla við FC Hoyvík.

– Eg búgvi í Hoyvík, og tá eg ein dagin møtti onkrum í FC Hoyvík búna, spurdi eg tey, um FC Hoyvík var hondbóltur ella fótbóltur. Tey svaraðu mær, at tað er fótbóltur, og “tú burdi komið við”. So tey bjóðaðu mær uppí, og eg tók sjálvandi av, sigur Gunn. Síðan tá hevur hon spælt heilsufótbólt hvørja viku, og harumframt er hon fús til dyst, tá Old Girls kappingar eru á skránni.

Felagsskapurin skapar trivnað
Áðrenn hon tók við starvinum sum stjóri í Norðurlandahúsinum, búði Gunn í Íslandi, har hon var framleiðsluleiðari í Norðurlandahúsinum í Reykjavik, og har upplivdi hon eisini, at ítróttur var henni ein góður máti at fella til.

– Tá eg flutti til Íslands, fann eg mær eisini okkurt at ganga til, men tá endaði eg við at fara til flogbólt, sum eg ongantíð áður hevði roynt at spælt, so tað dugdi eg so at siga yvirhøvur ikki, men tað var stuttligt og gott allíkavæl, fortelur Gunn flennandi.

Hóast Gunn er uppvaksin við fótbólti og dámar væl at spæla dystir, so dámar henni eisini væl breiddina, sum hon fær við at ganga til heilsufótbólt. Har verður heilsan og stuttleikin raðfest omanfyri dystir og úrslit, og tað er gott fyri liðandan, heldur hon.

– Eg elski at spæla heilsufótbólt, tí tað er góð venjing, og samstundis havi eg tað so stuttligt saman við hinum í felagsskapinum. Øll kunnu vera við, og tað hevur nógv at siga fyri meg, tí tað fær meg veruliga at trívast, sigur stjórin. Hon leggur afturat, at hon vildi ynskt, at fleiri hildu seg framat, tí tað er altíð pláss fyri fleiri í hópinum.

– Við hvørt haldi eg, at vit eru ov skjót at halda okkum aftur, tí vit halda okkum ikki duga nóg væl at spæla fótbólt, men tað er ikki altíð tað, sum tað ræður um. Vit hava altíð brúk fyri fleiri, um vit skulu kunna manna liðið hjá okkum, og jú fleiri vit fáa við, jú betri fáa vit tað eisini í felagsskapinum hjá okkum, sigur Gunn Hernes at enda.

Niðanfyri síggjast myndir frá Old Girls dystinum millum B36 og FC Hoyvík, sum Olena Goffe hevur tikið.