Í samband við Grassrootsvikuna høvdu Parasport Føroyar og Fótbóltssamband Føroya í dag bjóðað næmingunum á serskúlum til ein stuttligan dag á Tórsvølli
Endamálið við Grassrootsvikuni er at varpa ljós á breiddarfótbóltin, og við ymiskum tiltøkum at vísa, at fótbóltur er fyri øll og kann spælast allastaðni. Í tí sambandi vóru børn og ung frá serskúlum og -breytum boðin á Tórsvøll at spæla við nýggja og stuttliga fótbóltsútgerð hjá FSF.
Christina Ravnsfjall, Grassrootssamskipari greiðir frá, at tiltakið eisini er ein partur av samstarvinum millum FSF og Parasport Føroyar, sum hevur til endamáls at geva øllum børnum møguleika fyri at íðka og spæla fótbólt.
Børn og vaksin høvdu ein góðan dag við nógvum stuttleika, og í videobrotinum niðanfyri greiðir Páll Mohr Joensen, lærari á Skúlanum á Trøðni millum annað frá týdninginum, slík tiltøk hava fyri næmingarnar á skúlanum.
Myndir: Hans Erik Danielsen