Nú er greitt, at FSF, í samstarvi við HB og B68, skipar fyri tveimum fótbóltsskúlum í ár, sum verða í Havn og á Toftum
Árligu fótbóltsskúlarnir hjá FSF, sum í ár verða fyriskipaðir í samstarvi við HB og B68, verða í ár hildnir í Gundadali í Havn 24. og 25. juni, og á Svangaskarði á Toftum 1. og 2. juli.

Fótbóltsskúlin er ætlaður børnum í aldurinum 8 til 14 ár (fødd í 2002 til og við 2008).

Tilmelding: TRÝST HER

Skráin í Gundadali

Fríggjadagin 24. juni

Kl. 12:30 – Luttakararnir møta í Gundadali
Kl. 13:00 – Venjing
Kl. 15:00 – Máltíð
Kl. 15:30 – Venjing
Kl. 17:00 – Liðugt

Leygardagin 25. juni
Kl. 09:30 – Luttakararnir møta í Gundadali
Kl. 10:00 – Venjing
Kl. 12:00 – Máltíð
Kl. 13:00 – Venjing
Kl. 15:00 – Liðugt

Skráin á Svangaskarði

Fríggjgadagin 1. juli

Kl. 12:30 – Luttakararnir møta á Svangaskarði
Kl. 13:00 – Venjing
Kl. 15:00 – Máltíð
Kl. 15:30 – Venjing
Kl. 17:00 – Liðugt

Leygardagin 2. juli
Kl. 09:30 – Luttakararnir møta á Svangaskarði
Kl. 10:00 – Venjing
Kl. 12:00 – Máltíð
Kl. 13:00 – Venjing
Kl. 16:00 – Liðugt

Kostnaður
400 kr. Gjaldið er fyri luttøku, mat, t-shirt, luttøkubræv og ein bólt.

Avmarkað atgongd er til fótbóltsskúlarnar. Í Havn er pláss fyri 300 luttakarum, og á Toftum er pláss fyri 130 luttakarum.

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 15. juni.

Tilmelding: TRÝST HER