Í døgunum 30. juni og 1. juli fara FSF og B68 at skipa fyri Fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum. Pláss er fyri umleið 200 luttakarum

Í samstarvi við B68, fer Fótbóltssamband Føroya aftur í ár at skipa fyri Fótbóltsskúla á Toftum. Fótbóltsskúlin verður fríggjadagin og leygardagin, 30. juni og 1. juli.

 

Fótbóltsskúlin hesaferð er fyri børn og ung, gentur og dreingir, í aldurinum 6 til 14 ár (fødd í 2003 til 2011).

 

Fríggjadagin 30. juni verður vant frá klokkan 13 til 17, og leygardagin 1. juli verður vant frá klokkan 10 til 15. Luttakararnir møta hálvan tíma frammanundan.

 

Kostnaðurin fyri fótbóltsskúlan er 400 krónur (gjaldið er fyri luttøku, døgurða, frukt, bolt og eina t-troyggju).

 

Tilmelding fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og frestin at boða frá luttøku er hósdagin 1. juni. Til Fótbóltsskúlan á Toftum er pláss fyri umleið 200 luttakarum.