Mikudagin í farnu viku byrjaðu teir fýra fótbóltsmennararnir hjá FSF í starvinum. Í næstum verður farið út at vitja feløgini, har hugt verður nærri at tørvinum og umstøðunum
– Hesa fyrstu tíðina hava vit fyrireikað arbeiðið, ið nú liggur fyri framman. Mennararnir hava í hvør sínum lagi greinað "síni" feløg, fyri at vera so væl fyrireikaðir sum tilber til fyrstu vitjanina, sum verður seinni í hesi vikuni og í komandi viku. Tá verður hugt nærri at ítøkiliga tørvinum og umstøðunum hjá feløgunum, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Mikudagin í farnu viku byrjaðu teir fýra fótbóltsmennararnir, Jógvan Martin Olsen, Eli Hentze, Øssur Hansen og Thomas Thinggaard í starvinum. Og nú er eisini greitt, hvørji ungdómslandslið fótbóltsmennararnir koma at hava ábyrgdina av.

Eli Hentze, ið var hjálparvenjari hjá U21-landsliðnum, fær nú høvuðsábyrgdina av U21, meðan Jógvan Martin Olsen fær ábyrgdina av U19-landsliðnum við dreingjum. Thomas Thinggaard, ið er dani, verður nýggjur U17-venjari hjá dreingjum, meðan Øssur Hansen kemur at standa á odda fyri U15-landsliðunum hjá bæði gentum og dreingjum. Tó fara ÁKi Johansen og Pól F. Joensen at standa á odda fyri U17-dreingjunum, sum í mars mánaða fara til Elite Round á Kypros. 

Harumframt eru avtalur eisini gjørdar við Jan Mølvad Laursen og John Petersen, um at teir koma at halda fram í størvunum sum venjarar hjá ávikavist U17- og U19-landsliðunum við gentum.

– Nú verður arbeitt við, at fáa virksemisætlanina hjá øllum ungdómslandsliðunum uppá pláss. Síðani verður støða tikin til tørvin á hjálparvenjarum og verður hetta lagað til samlaða virksemið, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.