Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Niklas á Líðarenda. Síðani tíðliga í 80’unum hevur hann virkað sum dómari í føroyskum fótbólti, og farna sunnudag var dystur nummar 1.000 á skránni

Tað byrjaði alt av tilvild, men kortini var okkurt, sum ”festi” í, og aftaná næstan 40 ár ella meir, hevur Niklas á Líðarenda virkað sum dómari, hjálpardómari, 4. dómari og eygleiðari í føroyskum fótbólti í 1.000 dystum.

 

Eftir øll hesi árini hevur Niklas á Líðarenda upplivað eina rúgvu, og tað greiður hann sera áhugavert frá í hesum FSF Varpinum. Millum annað hevur hann dømt jóansøkudyst á mestsum miðari nátt í Sumba, og aftaná dyst í Gundadali millum HB og KÍ, misti gøtumaðurin, sum er uppvaksin á Nesi, koyrikortið á veg heim.