U19 landsliðið við gentum byrjaði EM undankappingina móti Aserbadjan í dag
Tað gjørdist ein heldur darvað byrjan, tá U19 landsliðið við gentum í dag setti hol á EM undankappingina í Belfast. Mótstøðuliðið Aserbadjan kom betri frá byrjan í dystinum, og longu í fyrra hálvleiki løgdu tær lunnar undir sigurin við tveimum málum móti ongum føroyskum. Dysturin endaði 2-0 til Aserbadjan.
Eyðvør Jakobsen er høvuðsvenjari hjá U19 landsliðnum á ferðini, og hon leggur serliga dent á føroyska avrikið í seinna hálvleiki sum nakað, liðið kann taka við sær til næsta dystin.
– Vit komu tíverri ov illa frá byrjan og lógu ov langt frá mótstøðuliðnum í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin sá tað munandi betri út. Tá tykjast vit meira tendraðar og fáa tingini at rigga eitt sindur betri. So tá vinna vit eisini fleiri nærdystir og spæla okkum til nøkur góð álop, sigur Eyðvør Jakobsen við heimasíðuna hjá FSF.
Føroyar skulu aftur í eldin leygardagin, tá vertirnir úr Norðurírlandi taka ímóti, og triði og seinasti dysturin verður ímóti Malta týsdagin 12. apríl.