Týsdagin 7. august klokkan 10:00 byrjar atgongumerkjasølan til landsdystin móti Malta, sum verður á Tórsvølli 7. september. Sølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF

Um ein góðan mánað verður skjøtil settur á UEFA Nations League. Fyrsta mótstøðuliðið er Malta, sum kemur á vitjan á Tórsvølli fríggjadagin 7. september klokkan 19:45. 

 

Meðan Tórsvøllur er undir umbygging, verður pláss fyri eini 3.500 áskoðarum kring vøllin, so tað ræður um at gera skjótt av, fyri at ogna sær eitt setur. Og frá týsdegnum 7. august klokkan 10:00 ber til at keypa atgongumerki til dystin móti Malta. Atgongumerkjasølan fer fram í Nethandilinum á  heimasíðuni hjá FSF.

 

UEFA Nations League er kapping, har Føroyar koma at møta londum, sum á styrkislistanum eru mett ájavnt við føroyska liðið. Føroyar eru í bólki 3 í Deild D, og umframt Malta, skal okkara landslið eisini spæla móti Aserbadjan og Kosovo.

 

Vinnarin í bólkinum, skal spæla hálvfinalu móti einum øðrum bólkavinnara í Deild D, sum tilsamans telur fýra bólkar. Hálvfinaluvinnararnir møtast síðani í einari finalu, har vinnarin fer beinleiðis til EM-endaspælið í 2020.

 

Føroyska landsliðið fer sjálvandi eftir møguleikanum at koma til EM í 2020, og tá er eisini gott við góðum stuðlum. Tí er umráðandi at vit fylla Tórsvøll til komandi dystir, tá fyrst Malta, men síðani Aserbadjan og Kosovo koma á vitjan í heyst.

 

NETHANDILIN