A-landsliðið við kvinnum vann stórsigur í næsta dystinum í kappingini á Malta. Rannvá B. Andreasen skeyt fýra av málunum í 8-0 sigrinum á Andorra
Eftir skuffandi 2-0 tapið fyri Georgia, reistu føroysku kvinnurnar seg av álvara, tá næsti dystur í kappingini á Malta var á skránni. Mótstøðuliðið var Andorra, og úrslitið gjørdist ein sannførandi 8-0 sigur til Føroyar, sum var frammanfyri við tveimum í steðginum.
Rannvá B. Andreasen gjørdi bart, og skoraði fýra av málunum. Heidi Sevdal gjørdi tvey mál, meðan Fríðrún Danielsen og Lív Arge fingu hvør sítt.
– Vit vóru nógv betri, og kundu saktans skorað fleiri mál. Men 8-0 er sjálvandi ein góðtikin sigur, og tað hjálpti eisini, at Malta vann á Georgia. Nú kunnu vit avgera alt sjálvi, men tað krevur, at vit vinna við trimum ella fýra ímóti Malta. Vit fara í øllum føri eftir møguleikanum, og so mugu vit bara vóna tað besta, sigur Jón Pauli Olsen, landsliðvenjari.
Dysturin ímillum Malta og Georgia endaði við 2-1 sigri til Malta. Úrslitini í 2. umfari hava við sær, at Malta hevur 6 stig, Georgia og Føroyar hava 3 stig, meðan Andorra framvegis einki stig hevur fingið.
Triðja og seinasta umfar í kappingini á Malta verður hósdagin 9. apríl. Tá skulu føroysku kvinnurnar royna seg ímóti meltesisku vertunum. Vinnarin av kappingini spælir seg víðari til EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.
Føroyska liðið ímóti Andorra:
1. Anna S. Hansen (GK), 3. Fríðrún Danielsen, 4. Eyðvør Klakstein, 5. Sigrid Petersen, 6. Olga Kristina Hansen (2. Oddrún Danielsen, 52. min.), 8. Malena Josephsen, 9. Rannvá B. Andreasen, 10. Heidi Sevdal (C) (7. Anna Sofía Sevdal, 86. min.), 11. Sigrun K. Kristiansen, 14. Jónvá Hentze (13. Milja Simonsen, 62. min.) og 15. Lív Arge.
1. Hanna Poulsen (GK), 16. Arnborg Lervig, 17. Durita Hummeland og 18. Íðunn Magnunssen komu ikki á vøllin.
Rannvá B. Andreasen hevur júst lagt Føroyar á odda við brotssparki – Mynd: Fríðin Ziskason