U16-landsliðið við dreingjum vann fyrsta dystin í UEFA menningarkappingini, sum í hesum døgum er í Føroyum. Dysturin mátti avgerast við brotssparkskapping, sum endaði 4-3 til Føroyar
Fótbóltssamband Føroya er í hesum døgum vertur fyri UEFA menningarkapping fyri U16-landslið við dreingjum.
Fyrsta umfar í kappingini varð spælt leygardagin. Wales og Ísland løgdu fyri klokkan 13, og síðani fóru Føroyar og Norðurírland á vøllin klokkan 16. Íslendingar drógu longra stráðið ímóti walisum, og vunnu 2-1.
Í dystinum millum Føroyar og Norðurírland gjørdist neyðugt við brotssparkskapping, fyri at finna ein vinnara. Reglurnar í hesum kappingum eru nevniliga soleiðis, at allir dystir skulu avgerast. Aftaná 80 málleysar minuttir varð tískil fari beinleiðis til brotssparkskappingina, og úr ellivu metrum vóru okkara dreingir tryggari. Endaliga úrslitið gjørdist 4-3 til Føroyar.
Næsta umfar í UEFA menningarkappingini verður spælt sunnudagin 19. apríl. Klokkan 13:00 byrjar dysturin ímillum Norðurírland og Ísland, og klokkan 16:00 taka Føroyar ímóti Wales. Báðir dystirnar verða spældir á Tórsvølli.
Dystirnir kunnu síggjast HER