Fyri viku síðani skipaði Miðlahúsið fyri bókaframløgu í samband við at Sosialurin hevur útgivið fótbóltsárbókina, ”Føroyskur Fótbóltur 2016”
Fótbóltsárið 2016 er farið aftur um bak, og allir føroyameistarar og steypavinnarar hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum eru funnir.
Miðlahúsið, ið millum annað eigur Sosialin, hevur altíð gjørt nógv burturúr fótbóltinum, og í ár hevur Miðlahúsið avgjørt at taka eitt stig afturat og geva út eina sonevnda fótbóltsárbók fyri føroyskan fótbólt burturav.
Í bókini, sum er slakar 200 síður til longdar, verður ljós varpað á, hvussu ymsu feløgini stóðu seg í landskappingini í ár, og hvørjir spælarar hava verið serliga eyðsýndir hjá einstøku feløgunum.
Eisini verður ljós varpað á føroysku luttøkuna í europeiskum fótbólti, og sjálvsagt verður eisini ein gjøgnumgongd av ymisku landsliðunum, heilt frá U15 upp til A-landsliðið.
Síðst, men ikki minst, eru eisini myndir við navnalista av øllum føroyameistarum og steypavinnarum í øllum deildum.
”Føroyskur Fótbóltur 2016” fæst í bókahandlunum kring landið, og kostar 200 krónur.