Tað endaði við tryggum 5-0 sigri til Ísland, men framúr føroyskt stríð avmarkaði tapið, og um meir hepni var við okkara kvinnum, so kundu tær saktans havt fingið okkurt mál

Føroyska kvinnulandsliðið tapti týsdagin 5-0 fyri Íslandi, sum var á odda við einum í steðginum. Sigurin var uppiborin, men okkara stríddust ótrúliga væl, og um meir hepni var við føroysk liðnum, kundu tær saktans eisini havt fingið okkurt mál.

 

Millum annað var Ásla Johannesen í tveimum førum sentimetrar frá at seta bóltin í íslendska málið. Serliga í tí eina førinum var tað bara ein verðinsklassa bjarging frá íslendska málverjanum, ið syrgdi fyri, at føroyska liðið ikki kom á máltalvuna.

 

Ísland kom á odda tá 37 minuttir vóru spældir við máli, sum Gunnhildur Jansdóttir skoraði. Tveir minuttir eftir steðgin økti Ísland til 2-0, tá Rakel Honnudóttir setti bóltin í netið, og tá lítil tími var spældur, skoraði Harpa Thorsteinsdóttir til 3-0.

 

3-0 sá eisini leingi út til at skula verða úrslitið, men í seinastu minuttunum eydnaðist íslendsku kvinnunum at fáa tvey mál afturat. Alga Maria Albertsdóttir skoraði tað fjórða, meðan Fanndis Friðriksdóttir langt inni í yvirtíðini slerdi 5-0 sigurin fastan.

 

Næsti dystur hjá føroyska kvinnulandsliðnum verður tann 7. juni, tá Slovenia kemur á vitjan í Føroyum.

 

 

 

 

 

 

 

 

Myndir: Heri Joensen