Síðst í august mánað byrjaðu Kári á Høvdanum, Alex Troleis og Jóhan Hendrik Ellefsen á VAR skeiði hjá DBU

——————

Hóast VAR (Video Hjálpardómari) verður nýtt í Føroyum, tá A-landsliðið við monnum spælir undankappingardystir, er hetta ikki tikið í nýtslu í føroysku kappingini enn. Í Føroyum eru vit tó so smátt farin undir at fáa okkum innlit í hesa skipan, við tí fyri eyga, at hon møguliga gerst partur av føroyskum fótbólti í framtíðini.

Í londunum rundan um okkum síggja vit, at VAR verður brúkt, og tí verður mett, at tað er týdningarmikið, at kunna um hetta. Og nú er komið har til, at tríggir føroyskir dómarar taka lut í VAR skeiði hjá danska fótbóltssambandinum.

– Fyrsti partur av skeiðnum snúði seg um, hvussu dómararnir arbeiða í VAR bilinum. Tað var ótrúliga spennandi, men samstundis eisini ein heilt onnur verð, samanborið við, hvat vit vanliga uppliva á vøllinum, sigur Kári á Høvdanum, ið saman við Alex Troleis og Jóhan Hendrik Ellefsen er byrjaður á VAR skeiði hjá DBU.

Skeiðið er býtt í tríggjar partar. Fyrsti partur av skeiðnum var síðst í august, og síðan verða annar og triðji partur av skeiðnum fyrst í oktober og tíðliga í november mánað.

Jóhan Hendrik Ellefsen, Kári á Høvdanum og Alex Troleis í VAR bilinum – Mynd: www.FSF.fo