John Petersen, landsliðsvenjari hevur valt at byrja dystin móti Norðurírlandi við hesum 11 leikarum


23 ára gamla Kára Djurhuus og 17 ára gamla Birita Ryan fáa báðar sín elddóp á A-landsliðnum hjá kvinnum í kvøld. Tær eru báðar millum tær 11, sum byrja dystin móti Norðurírlandi.

Eyðgerð Mikkelsen verjir føroyska málið, og í verjuni byrjar Sanna Svarvadal í høgru síðu, Jacoba Langgaard og Birita Ryan eru í miðverjuni, og í vinstru Ásla Johannesen. Á miðvøllinum verða tað Julia Naomi Mortensen, Elisabeth Vang, Kára Djurhuus, Heidi Sevdal og Evy á Lakjuni, og fremsti leikari á føroyska liðnum verður Margunn Lindholm.

Dysturin millum Føroyar og Norðurírland byrjar kl. 17.00 og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF.