Í vikuni upp til HM-endaspælið í Russlandi verður skipa fyri stórum altjóða barnatiltakið, ið kallast “Football for Friendship”, har børn úr 211 ymiskum londum luttaka. Føroysku luttakararnir vera Daniel A. Poulsen og Anna E. Weyhe
14. juni verður HM-endaspælið í fótbólti floytað í gongd, og sum flestu kunnugt, verður kappingin hesaferð í Russlandi. Men í døgunum upp undir endaspælið skipar felagsskapurin “Football for Friendship” fyri stórum barnatiltakið, ið eisini kallast “Football for Friendship”
Hetta er sætta árið á rað, at skipað verður fyri tiltakinum, og fyri fyrstu fer við umboðum úr Føroyum. Føroysku luttakararnir vera 12 ára gomlu Daniel Ari Poulsen av Toftum, og Anna Elisabeth Weyhe úr Havn.
211 lond eru umboðaði í Football for Friendship tiltakinum, við tveimum børnum úr hvørjum landi. Annar av luttakarunum hevur leiklutin sum fótbóltsspælari, meðan hin hevur leiklutin sum fjølmiðlafólk. Fyrstu dagarnar verður skipað fyri samansjóðing og venjingum, og síðani er fótbóltskapping á skránni, har luttakararnir verða deildir í 32 lið.
Føroyski fótbóltsspælarin, Daniel Ari Poulsen, verður á liði saman við luttakarunum úr Bahamas, Ungarn, Nigeria, Turkalandi, Lettlandi og Surinam. Og meðan fótbóltskappingin verður spæld, skal Anna Elisabeth Weyhe vera partur av fjølmiðlaliðnum kring kappingina.
”Football for Friendship” endar við at allir luttakararnir fara á Luzjniki Stadion, ið tekur ikki færri enn 81.000 áskoðarar, at hyggja eftir fyrsta dystinum í HM-endaspælinum, sum verður millum Russland og Saudiarabia.