Talan verður um ein serstakan dyst, tá U21 landsliðið tekur ímóti Ukraina á Tórsvølli mikukvøldið. Eitt nú verða áskoðarainntøkurnar latnar Reyða krossi.
Síðan U21 landsliðini hjá Føroyum og Ukraina hittust í Zaporizhia í oktober mánað er støðan í Ukraina broytt á ræðuligasta hugsandi hátt, og í samband við dystin á Tórsvølli vil FSF og U21 landsliðið nýta høvið til at vísa samhuga við ukrainska fólkinum.
– Umframt at vera eitt fantastiskt spæl har vit dystast um stigini, so hevur fótbóltur eisini eina savnandi megi, sum vit sjálvandi ynskja at brúka í hesum førinum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
FSF hevur tí gjørt av, at áskoðarainntøkurnar fyri dystin verða latnar Reyða krossi til hjálpararbeiðið hjá felagsskapinum í samband við kríggið í Ukraina.
Við at keypa atgongumerki til dystin ert tú sostatt við til at hjálpa Reyða krossi við hesum týdningarmikla arbeiðnum, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða krossi takkar í hesum sambandi FSF hjartaliga fyri stuðulin.
Harumframt hevur FSF umvegis Útlendingastovuna bjóðað ukrainum í Føroyum til dystin, og vónandi taka nógv av hesum tilboðnum og møguleikanum fyri at síggja sínar landsmenn á Tórsvølli.
Dysturin millum Føroyar og Ukraina verður á Tórsvølli mikukvøldið 1. juni kl. 18.00, og atgongumerki kunnu keypast her.