Føroyska A-landsliðið við monnum er nú at finna á 107. plássi á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA. Sigrarnir á Malta og Andorra hava flutt Føroyar trý pláss rætta vegin

——————

Nýggjasti styrkislistin hjá FIFA er júst almannakunngjørdur, og har sæst, at Føroyar hava lyft seg trý pláss upp eftir listanum, og eru nú nummar 107 av teimum 210 limalondunum í altjóða fótbóltssamgonguni.

Tað eru serliga sigrarnir í UEFA Nations League ímóti Malta og Andorra, ið hava flutt føroyska liðið rætta vegin.

Topp 10
1. Belgia
2. Frakland
3. Brasil
4. Ongland
5. Portugal
6. Uruguai
7. Spania
8. Kroatia
9. Argentina
10. Kolumbia

16. Danmark
18. Svøríki
41. Ísland
44. Norra
56. Finnland

107. Føroyar
137. Lettland
138. Andorra
186. Malta

Næsta uppgáva hjá føroyska A-landsliðnum er um góðar tríggjar vikur, mikudagin 7. oktober, tá Danmark tekur ímóti í venjingardysti á MCH Arena í Herning. Tríggjar dagar seinni spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli, og tann 13. oktober er heimadysturin móti Andorra á skránni.