Føroyska fótbóltslandsliðið hevur aftur sett met á styrkislistanum hjá FIFA. Føroyar eru nú nummar 74 í heiminum
Á seinast dagførda styrkislistanum hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA, hevur føroyska fótbóltslandsliðið flutt seg fleiri pláss rætta vegin.
Føroyar eru nú nummar 74 av teimum 209 londunum, ið eru limir í FIFA.
Serliga er tað sigurin á Grikkalandi fyri góðum mánað síðani, ið hevur gjørt, at vit nú eru frammanfyri lond sum Finnland, Estland og Makedonia.
Topp 10:
1. Argentina
2. Týskland
3. Belgia
4. Kolumbia
5. Holland
6. Brasil
7. Portugal
8. Rumenia
9. Ongland
10. Wales
———-
12. Spania
15. Eysturríki
23. Ísland
24. Danmark
31. Ungarn
33. Svøríki
37. Norðurírland
44. Grikkaland
67. Noreg
74. Føroyar
90. Finnland
Næsti dystur hjá føroyska A-landsliðið verður á Tórsvølli fríggjadagin 4. september, tá Norðurírland kemur hendan vegin á vitjan.