Tíverri hava áskoðarar ikki atgongd til U21-landsdystin millum Føroyar og Montenegro, sum verður á Svangaskarði týsdagin klokkan 17:00. Men dysturin kann síggjast beinleiðis á Rás 1, umframt at beinleiðis frásøgn verður á FM 1

——————

Týsdagin 13. oktober klokkan 17:00 spæla Føroyar og Montenegro U21 EM-undankappingardyst á Svangaskarði á Toftum.

Føroyska liðið hevur havt eina góða gongd í seinastuni. Fyrst við at vinna á Ísrael, og síðan bleiv tað til tvey tepur tap fyri Norðurmakedónia og Spania.

Men í báðum førum vísti føroyska liðið sera gott spæl og góðan hugburð, og tað er einki at ivast í, at okkara dreingir aftur hesaferð fara eftir øllum stigunum.

Men tíverri sleppa áskoðarar ikki til U21-landsdystin millum Føroyar og Montenegro. Dysturin kann tó síggjast beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, umframt at FM 1 fer at hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.