Sunnudagin 27. september fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, at kunngera hópin til dystirnar ímóti Ungarn og Rumenia. Føroyska landsliðið kann fáa avgerandi leiklut í, hvørji lond spæla seg víðari úr bólki F
Um smáar tríggjar vikur er greitt, hvørji lond hava spælt seg beinleiðis til EM-endaspælið í fótbólti, sum verður í Fraklandi komandi summar.

Men áðrenn komið verður so langt, skulu seinastu dystirnir í bólkaspælinum avgreiðast. Fyri Føroyar er talan fyrst um útidyst ímóti Ungarn hósdagin 8. oktober, kl. 19:45, áðrenn rumenar koma á vitjan á Tórsvølli sunnudagin 11. oktober, klokkan 17:00.

Í hesum sambandi skipar Fótbóltssamband Føroya fyri tíðindafundi í nýggja FSF-húsinum sunnudagin 27. september klokkan 19:00. Á fundinum fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, at kunngera føroyska hópin til omanfyri nevndu dystir.

Fyri Føroyar og føroyskan fótbólt er talan um tveir spennandi dystir, tí føroyska landsliðið kann koma at spæla ein avgerandi leiklut í, hvørji lond spæla seg víðari úr okkara bólki, sum er bólkur F.

Nummar 1 og 2 í hvørjum undankappingarbólki, saman við besta 3’aranum og vertunum fara beinleiðis víðari til endaspælið. Hini átta londini, ið gerðast nummar 3 í bólkinum skulu spæla tveir "play-off"-dystir, fyri at finna seinastu fýra londini, ið fara at dystast um Europameistaraheitið í 2016.

Undan 9. og 10. umfari er tætt ímillum ovastu liðini í bólki F. Norðurírland er fremst við 17 stig, eitt stig meir enn Rumenia, ið hevur 16 stig. Á 4. plássi er Ungarn við 13 stigum, trý stig frammanfyri Finnland, sum hevur 10 stig. Føroyar hava 6 stig, meðan Grikkaland er aftast við trimum stigum.