Fríggjadagin 3. juni skal A-landsliðið við monnum á vøllin aftur. Tá skulu okkara menn nevniliga spæla venjingardyst ímóti Kosovo
Um ein góða mánaða, fríggjadagin 3. juni, fer føroyska A-landsliðið væntandi at skriva søgu, tá Føroyar og Kosovo møtast í venjingardysti í Frankfurt í Týsklandi.

Í løtuni er Kosovo ikki limur í hvørki UEFA ella FIFA, men á næstu fundum hjá felagsskapunum, ið verða ávikavist 3. mai og 13. mai, fær Kosovo væntandi limaskap.

Sostatt verður tað allarhelst ímóti Føroyum, at Kosovo spælir sín fyrsta altjóða A-landsdyst.

Kortini hevur landsliðið hjá Kosovo spælt onkran óalmennan landsdyst, og her fyri spældu teir javnleik 2-2 ímóti Albania, sum fyrireikar seg til EM-endaspælið í Fraklandi í summar.