Håkan Ericson væntar nakrar torførar dystir, eftir at Føroyar komu í bólk saman við Lettlandi, Andorra og Malta í UEFA Nations League, sum verður spælt í heyst


Lutakastið um, hvussu spælast skal í UEFA Nations League, sum verður spælt í september, oktober og november mánað, bleiv seinnapartin týsdagin avgreitt í Amsterdam í Hollandi.

Føroyar spæla í Deild D, og komu har í bólk D1 saman við Lettlandi, Andorra og Malta. Londini í bólki D2 eru Gibraltar, Liktinstein og San Marino.

– Fyrst og fremst var ynskið at koma í bólk við fýra londum. Tað eydnaðist, men vit komu í ein sterkan bólk – kanska tann sterkasta sum samanlagt kundi koma burtur úr londunum í Deild D. Tað verður tí ein stór avbjóðing, men tað dámar mær væl.

– Vit hava møtt hesum londunum seinastu árini, og tá var talan um nakrar javnar dystir. Vit kundu eisini ynskt okkum ein lættari bólk, men langsigtað er ein sterkur bólkur betri fyri menningina av okkara spælarum. So hetta sær spennandi út, sigur Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, við heimasíðuna hjá FSF.

Tað verður annars á útivølli ímóti Danmark, at nýggi føroyski landsliðsvenjarin og hansara menn leggja frá landi í hesum landsliðsárinum. Fríggjadagin 27. mars spæla Danmark og Føroyar venjingardyst á MCH Arena í Herning.

Fótbóltssamband Føroya hevur fingið tillutað 500 atgongumerki til føroyskar áskoðarar til dystin móti dønum, og í løtuni eru eini 200 atgongumerki eftir. Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Tríggjar dagar eftir dystin móti Danmark, mánadagin 30. mars, spæla Føroyar venjingardyst á útivølli ímóti Andorra. Væntandi verða tveir venjingardystir eisini spældir í juni mánað. Í øllum føri er greitt at Ísland og Føroyar hittast á Laugardalsvøllinum í Reykjavík tann 3. juni, meðan seinni dysturin í juni ikki endaliga er komin upp á pláss enn.

– Tað er av stórum týdningi, at vit eru væl fyrireikaðir til dystirnar Nations League. Venjingardystirnir skulu tí takast í størsta álvara, sigur Håkan Ericson, sum týsdagin 17. mars fer at kunngerða hópin, ið skal møta Danmark og Andorra.

Håkan Ericson saman við UEFA Nations League steypinum aftaná lutakastið, sum var i Amsterdam seinnapartin týsdagin – Mynd: Hans Erik Danielsen