Nú er greitt, hvørjum londum føroyska U21-landsliðið skal møta í komandi EM-undankapping, sum byrjar um smáar tveir mánaðar

——————

Á middegi hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping fyri U21-landslið. Føroyar komu í bólk H, saman við Armenia, Norðurmakedónia, Ukraina, Serbia og Fraklandi.

– Vit mugu bara staðfesta, at hetta var ikki beinleiðis nakar dreymabólkur. Men eg gleði meg til uppgávuna, og vit síggja við stórum spenningi fram ímóti at koma í gongd, sigur føroyski U21-landsliðsvenjarin, Sámal Erik Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Dystirnir í komandi undankapping skulu spælast frá mars 2021 til juni 2022. Ungarn og Slovenia vera í felag vertslond fyri sjálvum EM-endaspælinum, sum verður um mánaðarskiftið juni-juli í 2023.

Bólkur A
Estland
Aserbadjan
Finnland
Noreg
Eysturríki
Kroatia

Bólkur B
San Marino
Lettland
Ungarn
Ísrael
Pólland
Týskland

Bólkur C
Malta
Litava
Norðurírland
Slovakia
Russland
Spania

Bólkur D
Liktinstein
Kýpros
Hvítarussland
Ísland
Grikkaland
Portugal

Bólkur E
Gibraltar
Moldova
Wales
Bulgaria
Sveis
Holland

Bólkur F
Luksemborg
Montenegro
Bosnia-Hersigovina
Írland
Svøríki
Italia

Bólkur G
Andorra
Kosovo
Albania
Slovenia
Kekkia
Ongland

Bólkur H
Armenia
Føroyar
Norðurmakedónia
Ukraina
Serbia
Frakland

Bólkur I
Kasakstan
Skottland
Turkaland
Belgia
Danmark